2019-02-07 23:09
Tvey ferðafólkatok rendu saman nær við svenska býnum Helsingborg í kvøld.
Fleiri fólk hava fingið smærri skaðar, men sambært bjargingarfólkum sær tað ikki út til, at nakar hevur fingið álvarsligan skaða.
Óhappið hendi stutt fyri klokkan seks føroyska tíð, men enn er tað ikki vist hvat orsøkin til óhappið er, og svenskir miðlar tykast ikki samdir um, hvat slag av toki talan er um, Sydsvenskan skrivar, at talan er um tvey Oyrasundstok.
Í eina tokinum vóru uml. 150 ferðafólk umborð, meðan hitt tokið var tómt, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald