Uttanlands

Tvey toppembætisfólk send heim orsaka av minkagøluni

Men høvuðsembætisfólkið í gøluni – Barbara Bertelsen – slapp við ávaring

Barbara Bertelsen (í bláum framma til høgru) á listaframsýning í Klaksvík í samband við Føroyavitjanina hjá Mette Frederiksen í juni (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Barbara Bertelsen (í bláum framma til høgru) á listaframsýning í Klaksvík í samband við Føroyavitjanina hjá Mette Frederiksen í juni (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-08-24 15:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin hevur í dag tikið avgerð í sokallaðu minkagøluni og sent minst tvey høgtstandandi embætisfólk heim og givið eina røð av øðrum ávaringar.

Men ikki kvinnuna, ið av nógvum hevur verið lýst sum høvuðsskálkurin í allari gøluni, nevniliga Barbaru Berthelsen, aðalstjóra í forsætismálaráðnum, er ikki send heim.

Hon fær ‘einans’ eina ávaring.

Avgerðin er tikin út frá einum úrskurði, ið júst er komin frá stovninum, ið kallast Medarbejder- og Kompetencestyrelsen.

Hetta merkir eitt nú, at løgmálaráðið hevur sent ovastan í løgregluni, Thorkild Fogde heim fyribils, meðan kannað verður hvat víðari skal henda við honum.

Umhvørvismálaráðið hevur sent Henrik Studsgaard, deildarleiðara í ráðnum, heim. Hann var deildarleiðari í matvørumálaráðnum, tá minkamálið koyrdi.

Tað var 30. juni í ár, at sokallaða Minkkommissionen kom við síni frágreiðing, har bæði Mette Frederiksen, forsætismálaráðkvinna og fyrrverandi umhvørvis- og matvøruráðharrin, Mogens Jensen, vóru fyri ábreiðslum.

Í alt eru reist agamál (disciplinærsag) móti 10 embætisfólkum, skrivar dr.dk. Tey er um leiðandi embætisfólk í forsætismálaráðnum, umhvørvismálaráðnum, løgmálaráðnum, matvørumálaráðnum og í ríkisløgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder