Innanlands

Tvey virki verða sett undir kinesisku sjóneykuna í dag

Kina kannar føroysk virkir umvegis video

2020-06-30 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kinesiskir myndugleikar fara í dag at halda eitt heilt serligt eyga við føroyskar fyritøkur, sum útflyta mat til risastóra landið í Asia.

Kinesarar fara nevndiliga á serliga virkisvitjan við hjálp av videotøkni.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar á heimasíðu síni, at síðan covid-19 var staðfest á einum skeribreitti við laksi í Beijing, hava kinesiskir myndugleikar verið í sambandi við nógv lond, ið útflyta mat til Kina. Í dag eru vit í Føroyum á breddanum í arbeiðnum hjá kinesisku myndugleikunum.

Hesa síðstu vikuna, er alt sett á skinnarar, fyri at kinesisku matvørumyndugleikarnir kunnu fremja tað videoeftirlit av føroyskum virkjum, sum teir hava ynskt. Kinesiski myndugleikin, GACC, hevur valt tvey matvøruvirkir, har tað týsdagin 30. juni verður framt videoeftirlit.

Dagurin í morgin er skipaður soleiðis, at fyrst verður videofundur millum Heilsufrøðilkgu Starvsstovuna og GACC – har umstøðurnar rundanum matvøruvirkini og støðan viðvíkjandi covic 19 verður viðgjørd og umrødd. Á hesum fundinum luttekur eisini landslæknin.

Síðan verður farið á videoeftirlit á fyrsta virkinum, har eftirltisfólk hjá Heilsufrøðiligu og virkisumboð greiða frá umvegis videolink til GACC og eftir fyrsta virkið, verður sama endurtikið á tí næsta virkinum.

Samskifti verður á enskum, og tulkur á donsku sendistovuni í Beijing, kemur at umseta samskifti frá enskum til kinesiskt og frá kinesiskum til enskt.

Á báðum virkjunum og á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru eisini tulkar, soleiðis at samskifti umvegis videolink skal ganga so gott fyri seg sum til ber.

Alt byrjar í morgu klokkan hálvgun sjey, væntast kann, at samlaða videoeftirlitið tekur einar 4-6 tímar, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder