Innanlands

Tvífalt so nógv fólk komið til Vágs við seglbáti í ár

Samanborið við somu tíð í fjør er talið á seglbátum bert vaksið úr 28 upp í 30 bátar, men talið á fólkum umborð er tvífaldað – úr 65 upp í 133 gestir

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2026-07-03 07:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil í ár hava 30 seglbátar vitjað Vág við tilsamans 133 fólkum umborð.

Samanborið við somu tíð í fjør er talið á seglbátum bert vaksið úr 28 upp í 30 bátar, men talið á fólkum umborð er tvífaldað – úr 65 upp í 133 gestir, skrivar Vágs kommuna.

– Eitt áhugavert eyðkenni er, at Vágs Havn hevur verið fyrsta føroyska havnin hjá øllum seglbátunum, ið hava vitjað higartil í ár. Flestu eru komnir úr Skotlandi, men eisini hava seglbátar siglt til Vágs úr Írlandi og Danmark.

– Seglbátarnir sjálvir hava uppruna í fleiri ymiskum londum. Flestu bátarnir higartil í ár eru frá Fraklandi og Bretlandi, men eisini hava vit havt vitjanir úr Týsklandi, Hollandi, Kanada, Danmark, Póllandi, Avstralia, USA, Belgia og Sveis.

Mong av teimum, sum koma til Vágs við seglbáti, steðga í nakrar dagar og nýta tíð í bygdini. Gestirnir vitja handlar, matstovur og onnur tilboð í økinum, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder