Mentan

Tvinni prestaembæti lýst leys

Tvinni prestagjald mangla sóknarprest

Mynd: Fólkakirkjan

Mynd: Fólkakirkjan

2019-05-23 16:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvinni embæti sum sóknarprestur í Norðstreymoy eru lýst leys at søkja. Umsóknarfreistin gongur út 17. juni. Bæði embætini eru tengd at prestagarði, har sóknarpresturin hevur skyldu at búgva.

Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi er prestagarðurin í Hvalvík. Økið fevnir um kirkjusóknirnar Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík.

Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi er prestagarðurin í Vestmanna. Økið fevnir um Vestmanna, Kvívík og Kollafjørð.

Embætini verða eftir ætlan sett 1. september. Kirkjuráðini innstilla, og landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin, skrivar Fólkakirkjan.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder