
Í "Tvístøða" býr høvuðspersónurin á Viðareiði, og 30-ára gamli høvundurin er uppvaksin í bygdini, ið liggur heilt norðaliga í Føroyum. Leygardagin leggur nýggi høvundurin ungdómsskaldsøgu sína fram í heimbygdini.
Tvístøða kom út nakað undan jólum. Tá hon varð løgd fram á Bókadøgunum, var Danial Viðoy til skips.
Bókin snýr seg um ein ungan mann, sum júst er liðugur á studentaskúla. Viðoyingurin roynir at liva lívið men stendur á ymsan hátt á einum vegamóti.
Leygardagin fer Danial Viðoy at greiða frá tilgongdini og um arbeiði handan Tvístøðu. Tvey fólk fara at ummæla bókina, og Eydna Steinberg, forsíðuteknari, greiðir frá sínum leikluti sum forsíðuteknari. Unga kvinnan av Viðareiði fer millum annað at greiða frá, hvussu tað er at tekna eina forsíðu til eina bók, sum hon ikki las fyrr enn aftaná.
Ungdómsskaldsøgan Tvístøða eftir Danial Viðoy verður løgd fram í Viðareiðis Skúla leygardagin kl. 16.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald