Innanlands

Tvøroyar kommuna bjóðar lesandi hølir og góðar umstøður um jólini

Tænastan er serliga til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Talan er um hølini í skúlahúsinum í gamla skúlagarði.

Hølini í skúlahúsunum eru rúmlig, hava internet og til ber at gera sær ein kaffimunn. Um jóltíðir eru hølini tøk frá fríggjadegnum 20.desember, 2024, til og við mánagin 1.januar, 2025. Hetta frá klokkan 8 á morgni til á midnátt (Mynd: tvk.fo)

Hølini í skúlahúsunum eru rúmlig, hava internet og til ber at gera sær ein kaffimunn. Um jóltíðir eru hølini tøk frá fríggjadegnum 20.desember, 2024, til og við mánagin 1.januar, 2025. Hetta frá klokkan 8 á morgni til á midnátt (Mynd: tvk.fo)

2024-12-12 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nógvir føroyingar, sum eru lesandi í Danmark ella aðrastaðni, og sum koma heim í jólaferiu.

Hendan frítíðin inniber tó ofta fitt av lesnaði ella uppgávuskriving, tí at próvtøkur og ymiskar innlatingar ofta liggja í januar.

Eins og undanfarin ár, bjóðar Tvøroyrar kommuna lesandi lestrarhølir um jólini. 

Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini, skrivar tvk.fo.

Talan er um hølini í skúlahúsinum í gamla skúlagarði. Tey eru rúmlig, hava internet og til ber at gera sær ein kaffimunn.

Um jóltíðir eru hølini tøk frá fríggjadegnum 20.desember, 2024, til og við mánagin 1.januar, 2025. Hetta frá klokkan 8 til klokkan 24.

Ábyrgdarpersónurin fær lykil til hølini og kann lána lykilin út alt eftir, hvør ynskir at nýta hølini.

Til ber at lesa meira um leiðreglur og hvussu hølini verða leigaði á heimasíðuni hjá kommununi
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder