Ferðalagið úr danska Fólkatinginum, ið telur 16 fólk, kom í morgun suður við Smyrli og hevur fyrrapartin og fram til nú vitja Vágs Kommunu. Stutt eftir klokkan 14 byrjar vitjanin hjá Tvøroyrar Kommunu.
Endamálið við ferðini er, sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu, at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.
Her er skráin:
14.15: Vitjanin byrjar á Tvøroyri, har Anita Vibergsdóttur varaborgarstjóri tekur ímóti og bjóðar vælkomin. Síðani verður vitjað á Suðuroyar sjúkrahúsi, har Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri, og Gunnbjørg Guttesen, varasjúkrahússtjóri vísa runt á sjúkrahúsinum.
14.50: Ferðalagið vitjar Varðan Pelagic, har Ólavur Bjarkhamar, framleiðsluleiðari tekur ímóti og vísir runt á virkinum.
16.00: Túrur við Thorshavn, har Frits Strøm tekur ímóti.
16.40: Thorshavn leggur til kei niðanfyri Mentanarhúsið SALT, har Ólavur Rasmussen, stjóri tekur ímóti og vísur runt í húsinum. Aftaná er Tvøroyrar kommuna vertur fyri einum døgurða.
Ferðalagið fer við Smyrli aftur til Havnar í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald