Innanlands

Tvøroyrar kommuna álopin av teldusníkum

Ávarar nú fólk móti “løgnum teldupostum” frá starvsfólkunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-04 11:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri eru tey vorðin varug við, at kommunala telduskipanin er álopin av teldusníkum.

Seinastu dagarnir eru tað, sum tey kalla “løgnir teldupostar” á enskum máli sendir út frá starvsfólkum hjá kommununi.

Tvøroyrar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni í dag:

“Hevur tú fingið teldupost frá starvsfólkum hjá Tvøroyrar kommunu seinastu 2-3 dagarnar? So er tað ikki vist, at tað veruliga er frá teimum.  

Tvøroyrar Kommuna hevur havt eitt telduálop, har postkassar hjá einstøkum brúkarum eru brúktir til at senda teldubrøv við enskum teksti og slóðum. Mælt verður frá at trýsta á leinkið í hesum teldupostum. 

Tvøroyrar kommuna tekur støðuna í størsta álvara, og er enn í holt við at kanna hvussu umfatandi álopið hevur verið.

Tískil ynskja vit at hoyra frá øllum, sum hava fingið eitt slíkt løgið teldubræv sendandi frá okkum við at fráboða hetta til [email protected]” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder