Seinastu árini hevur Tvøroyrar kommuna havt eina heldur serliga tænastu. Tað er at bjóða lesandi lestrarhølir um jólini.
Hetta kemur helst væl við hjá nógvum, sum eru í økinum um jóltíðir og hava tørv á eitt sindur av friði til umráðandi skúlaarbeiði.
Tvøroyrar kommuna skrivar á heimasíuðu sínari, at tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku.
- Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini. Hølini, í Skúlahúsinum í Gamla skúlagarði, eru rúmlig, hava internet og til ber at gera sær ein kaffimunn.
Hølini eru tøk frá mikudegnum 20.desember til og við mánagin 1.januar 2024. Tað er í tíðarbilinum frá klokkan átta um morgunin til á midnátt.
Ábyrgdarpersónurin fær lykil til hølið og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini. Allar leiðreglurnar kunnu lesast á tvk.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald