Innanlands

Tvøroyrar kommuna heiðraði 13 starvsfólk fyri trúgva tænastu

Fríggjadagin var hátíðarløta í býráðssalinum, har borgarstjórin takkaði teimum fyri trúgva tænastu – Øll høvdu tey tænt í meira enn 15 ár

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2021-03-28 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð hátíðarløta hildin fyri 13 starvsfólkum hjá Tvøroyrar kommunu, sum vórðu heiðraði fyri at hava tænt starv í meira enn 15 ár.

Á samkomuni í býráðssalinum luttók Kristin Michelsen, borgarstjóri. Hann takkaði teimum øllum fyri trúgva tænastu og handaði teimum gávukort og dygdar konfekt fremleitt av lokalum veitara, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuna.

Átta av starvsfólkunum høvdu tænt í 15 ár, trý í 20 ár, og hini bæði í ávikavíst 30 og 35 ár.

Hesi vórðu heiðrað:

  • Anita Farstad, 15 ár sum vaskifólk
  • Beinta Nielsen, 15 ár í barnaansingini
  • Helena Hammer, 15 ár í barnatannrøktini
  • Kari Petersen, 15 ár í barnaansingini
  • Kim Thomasen, 15 ár sum hallarvørður
  • Lasse Jensen, 15 ár í umsitingini
  • Majken Josveinsdóttir, 15 ár í barnaansingini
  • Nicolina Puntabyrgi, 15 ár í barnaansingini
  • Chris Jan Michelsen, 20 ár í teknisku deild
  • Jonhild Johannesen, 20 ár í barnaansingini
  • Rutt Jensen, 20 ár sum barnatannlækni
  • Gitte Jacobsen, 30 ár í barnaasingini
  • John Hammer, 35 ár í tilbúgvingini
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder