Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli hevur fingið nýggja heimasíðu.
Endamálið við heimasíðuni www.kvungskuli.fo er at gera kvøldskúlan meira sjónligan.
Har fer at liggja eitt myndasavn, live upptøkur, sjónbond, ymisk kunning um tey sum undirvísa og ein táttur við borgaranum í miðdeplinum. Prát og samrøður við skeiðsluttakarar o.s.fr., skrivar Kvøldskúlin.
Vónað verður, at fólk fara at taka væl ímóti nýggju heimasíðuni, har til eisini ber at finna upplýsingar um øll tey almennu skeiðini, sum eru alt árið og allar glottarnar.
Eisini ber til at melda seg til tey ymisku skeiðini umvegis heimasíðuna.
Faldarin hjá Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúla við skeiðsyvirliti fyri 2020/21 sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald