![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Komandi fríggjadag, 3. juli, letur Tvøroyrar Skjalasavn alment upp.
Tað var á heysti 2017, at Tvøroyrar býráð samtykti at veita fígging til eina trý-ára verkætlan, ið hevði til endamáls at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri. Hugsjónin aftanfyri var, at savna alt tilfar um ríku søgu Tvøroyrar á einum og sama staði, til gleði fyri borgarar og onnur áhugað.
Á odda fyri verkætlanini blivu settir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe. Síðan stovnssetanina hava Kári og Jens Pauli savnað eina ørgrynnu av tilfari inn, ið teir hava fingið til vega úr øllum landinum. Tilfarið er skrásett og lagt á goymslu í framkomnu skipanini á gamla Ísvirkinum á havnarlagnum.
Í sambandi við upplatingina verður móttøka á Seglloftinum næsta fríggjadag. Á skránni vera røður, tónleikur og ábit, áðrenn farið út á Skjalasavnið, har Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, klippir snórin og harvið letur savnið upp alment.
Í virðing fyri tilmælunum frá heilsumyndugleikunum um frástøðu, er avmarkað, hvussu nógv kunnu sleppa inn á Seglloftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald