2020-10-18 10:50

Nýggjur felagslisti er gjørdur til kommunuvalið á Tvøroyri. Á listanum, sum varð kunngjørdur leygarkvøldið, eru bæði valevni av Kommunulistanum og Borgaralistanum.
Millum tey 11 valevnini eru Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Alvi Mortensen, sum vórðu valdir inn í býráðið á Kommunulistanum og Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, sum varð vald inn á Borgaralistanum.
Á valinum fyri fýra árum síðani fekk Kristin Michelsen 297 atkvøður, Anita Vibergsdóttir fekk 70 atkvøður, og Alvi Mortensen 55.
Valevnini, ið stilla upp á nýggja Felagslistanum eru hesi:
- Jónleyg Jespersen Bech
- Mina Joensen
- Júst Albinus Johannesen
- Kristin Michelsen
- Alvi Mortensen
- Jónhild Midjord Nybo
- Ólavur Rasmussen
- Rasmus Rasmussen
- Reidar Simonsen
- Frits Strøm
- Anita Vibergsdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald