Innanlands

Tvøroyri umhugsar at keypa stigabil úr Havn

Lýkur tørvin í Suðuroy nógv ár framyvir, men má sendast av landinum til eftirlit fyrst

(Mynd: tvk.fo)

(Mynd: tvk.fo)

2020-10-10 13:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herfyri lýsti Tórshavnar sløkkilið eftir áhugaðum til gott 20 ára gamla stigabilin hjá liðinum av merkinum Volvo.

Hann mátti í fjør skiftast út, tí teir 32 metrarnir, sum stigin røkkur, ikki lýkur krøvini, nú fleiri høg bygningsverk eru komin í høvuðsstaðnum.

Nú er bilurin fluttur til Suðuroyar. Sløkkiliðið á Tvøroyri hevur fingið bilin til royndarkoyringar, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.

Anfinn H. Leo og Gudmundur Jacobsen átaksleiðarar eru samdir um, at her er talan um ein stigabil, sum nøktar tørvin fyri alla Suðuroynna, og at bilurin er í sera góðum standi, hóast at hann er 20 ára gamal.

Teir siga, at bilurin hevur júst verið til sýn, og har var alt sum tað skuldi vera. Sløkkiliðsútgerðin á bilunum – tað er seg serliga stigin, sum røkkur 30 metrar, krevur eitt serligt eftirlit, nú hesin er 20 ár. Tí verður neyðugt at senda bilin til Danmarkar komandi ár, har øll útgerðin verður kannað og dagførd á góðkendari verksmiðju, ið er umboð fyri veitaran, ið hevur framleitt stigan á bilinum.

Átaksleiðararnir meta, at hesin stigabilurin nøktar tørvin í Suðuroynni í nógv ár framyvir, og hesin kann beinanvegin verða virkin partur av tilbúgvingini í allari Suðuroynni, og harvið vera við til at økja um trygdina, sum váðametingin og tilbúgvingarætlanin fyri Suðuroynna leggur upp til. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder