Uttanlands

Twitter blokerar síðu hjá republikanara

Danielle Stella, sum stillar upp til Umboðsmannatingið næsta ár, sleppur ikki longur at nýta Twitter, eftir at hava skrivað hóttandi dagføringar um demokratisku Ilhan Omar

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-12-01 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sosiali miðilin Twitter hevur strikað Twitter-síðuna hjá amerikanska politikarinum Danielle Stella, eftir at hon hevur skrivað hóttandi dagføringar um Ilhan Omar, sum er demokratiskur limur í Umboðsmannatinginum.

Danielle Stella er republikanari, og sambært Ritzau ætlar hon at bjóða Omar av til næsta valið til Umboðsmannatingið í 2020.

Í vikuni skrivaði hon m.a. soleiðis:

- Verður tað prógvað, at Ilhan hevur givið Iran upplýsingar, skal hon rættarsøkjast fyri svik og heingjast.

Stutt eftir, legði hon eisini út eina "grova tekning av einum líki, sum hongur úr einum gálga", skrivar miðilin NBC News, sum eisini sigur, at Danielle Stella ikki hevur víst nakað prógv fyri, at Ilhan Omar hevur givið upplýsingar víðari til Iran.

Dagføringarnar hjá Daielle Stella eru ikki longur tøkar, og sambært talsfólki hjá Twitter, sleppur hon ikki longur at nýta sosiala miðilin, eftir at hon hevur fleiri ferðir hevur brotið reglurnar hjá teimum.

Hatursfullur atburður, harðskapshóttanir, og forfylging er bannað á sosiala miðlinum.

Í svari á Twitter skrivar Ilhan Omar, at "harðligur retorikkur elvir til harðskapshóttanir og til endans til beinleiðis harðskap".

Ilhan Omar, ið kom til USA úr Somalia í 1997 sum 12 ára gomul, varð í 2018 ein av fyrstu muslimsku kvinnunum at verða vald til kongressina.

Í juli var hon eisini ein av fýra kvinnuligu demokratunum, sum Trump fanst hvassliga at. Hann ákærdi tær m.a. fyri at vera antiamerikanskar og segði, at tær skuldu fara heim aftur til síni egnu lond og fáa skil á støðuna har, heldur enn at blanda seg uppí amerikanskan politik.

[object Object]
Alexandria Ocasio-Cortez úr New York, Ilhan Omar úr Minnesota, Ayanna Pressley úr Massachusetts, og Rashida Tlaib úr Michigan vóru tær kvinnurnar, sum Trump fanst at í summar. Av teimum er tað bert Ilhan Omar, ið ikki er fødd í USA. (Mynd: EPA)

Les eisini: Trump skapar balladu á Twitter

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder