Uttanlands

Twitter fær nýggjan samleika

Tann eyðkendi blái fuglurin verður skiftur út við bókstavin "X"

Nýggja búmerkið sæst á høvuðssætinum í San Francisco (Mynd: Reuters)

Nýggja búmerkið sæst á høvuðssætinum í San Francisco (Mynd: Reuters)

2023-07-24 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um tú fert inn á Twitter.com, sært tú, at tann vælkendi blái fuglurin er horvin, og at eitt "X" er komið í staðin, og tað verður eisini nýggja navnið hjá sosiala miðlinum.

Orsøkin er, at Elon Musk, eigari hevur valt at geva sosiala miðlinum ein spildurnýggjan samleika.

Tað var sunnudagin, at Elon Musk í dagføring á Twitter skrivaði, at hann ætlaði at broyta búmerkið, og at mann skjótt fór at biðja Twitter-samleikanum og øllum fuglunum farvæl.

[object Object]
Soleiðis sær nú út, tá mann fer inn á Twitter.com

Elon Musk keypti Twitter í oktober í fjør fyri 44 milliardir dollarar, og síðani hevur hann gjørt fleiri broytingar. M.a. verður nú gjald kravt fyri ávísar tænastur, og fleiri, sum vórðu útihýst fyri at bróta reglugerðina hjá Twitter, eru sloppin innaftur á sosiala miðilin.

Men broytingarnar á Twitter eru ikki falnar í góða jørð hjá øllum, og hevur Twitter eisini sæð eina minking í brúkaratalinum, síðan yvirtøkuna hjá Musk. Í farnu viku varð eisini boðað frá, at lýsingainntøkurnar hjá sosiala miðlinum vóru minkaðar niður í helvt síðan oktober 2022.

Fyritøkan handan Twitter hevur undir leiðsluni hjá Musk broytt navn til X Corp, og er ætlanin at skapa eina "super app", sum líkist tí kinesisku WeChat, skrivar Reuters.

At byrja við setti Musk seg sjálvan sum stjóra á Twitter, men í juni varð nýggjur stjóri settur, Linda Yaccarino.

Um navnaskiftið skrivar nýggi stjórin m.a. soleiðis í dagføring á sosiala miðlinum:

– Twitter hevði stóra ávirkan og broytti, hvussu vit samskifta. Nú fer X at fara enn longur og broyta altjóða býartorvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder