Uttanlands

Twitter hevur stevnt Elon Musk

Fríggjadagin boðaði Elon Musk frá, at hann ikki ætlaði sær at keypa Twitter kortini, tí sosiali miðilin hevði brotið fleiri partar av avtaluni og ikki hevði givið honum teir upplýsingar, hann bað um, men Twitter, sum ynskir at fáa avtaluna gjøgnumførda, fer nú í rættin við málinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-13 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri lítlari viku síðani boðaði ríkmaðurin Elon Musk frá, at hann ikki ætlaði sær at keypa sosiala miðilin Twitter fyri 44 milliardir dollarar, sum annars var avtalað.

Grundgevingin var, at Twitter hevði brotið fleiri partar av avtaluni, og hevur m.a. ikki givið honum tær upplýsingar, hann hevur biðið um.

Bret Taylor, nevndarformaður í Twitter, segði í kjalarvørrinum á hesari fráboðanini, at nevndin í Twitter framvegis ynskir at fáa avtaluna gjøgnumførda, og vóru tey til reiðar at fara í rættin við málinum.

Og tað er júst tað, sum Twitter nú ger.

Sambært DR verður tað nú uppgávan hjá einum dómstóli í amerikanska statinum Delaware at avgera, um Musk hevur skyldu til at keypa Twitter, ella um Twitter hevur brotið avtaluna.

– Musk noktar at yvirhalda sínar skyldur yvirfyri Twitter og partaeigarunum, tí avtalan, hann undirskrivaði, ikki longur tænir hansara persónligu áhugamál, siga tey í Twitter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder