Uttanlands

Twitter síðan hjá Donald Trump er nú strikað

Í fyrsta umfari varð Donald Trump útihýstur frá sosiala miðlinum í 12 tímar mikudagin, men nú er síða hansara endaliga strikað – Orsøkin er, at mann óttast, at dagføringar hansara fara at elva til meira harðskap

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-09 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin varð amerikanski forsetin, Donald Trump, útihýstur av sosiala miðlinum Twitter í 12 tímar eftir álopið á Kongressina, tí mann óttaðist, at hann fór at eggja til meira harðskap.

Tað sama hendi á Facebook og Instagram. Har varð hósdagin avgjørt at leingja blokeringina í óásetta tíð, fyribils í tvær vikur.

Nú hevur Twitter so endaliga strikað Twitter-síðuna hjá Donald Trump, og síðan @TeamTrump, sum starvsfólk hansara hava umsitið undir valstríðnum, er eisini blokerað.

Í fráboðan í nátt skrivaði Twitter, at tey hava strikað síðuna hjá Trump, tí tey stúra fyri, at dagføringar hansara fara at elva til meira harðskap.

Sambært Twitter eru longu nú ætlanir um framtíðar mótmæli, sum eru farnar í umfar bæði á Twitter og aðrastaðni. Harímillum verður skotið upp at fremja eitt nýtt álop á Kongressina og aðrar statsbygningar 17. januar.

At privata Twitter síðan hjá Donald Trump varð strikað steðgaði honum tó ikki. Hann fór síðani yvir til at leggja dagføringar út umvegis @Potus, sum er tann síðan, sum einhvør sitandi amerikanskur forseti umsitur.

Í dagføringum, sum Twitter síðani hevur strikað, hevur Trump lagt demokratarnar undir at standa aftanfyri útihýsingini, og segði hann seg umhugsa at stovna sín egna platform.

Sonur Donald Trump, Donald Trump jr sigur, at avgerðin hjá Twitter um at strika síðuna hjá pápa hansara er púra burturvið.

– Vit liva í 1984 hjá Orwell (her verður sipað til skaldsøguna hjá George Orwell, red.) Talufrælsið finst ikki longur í Amerika. Tað doyði við kt-risunum, og tað, sum eftir er, er bert fyri nøkur fá útvald. Hetta er púra burturvið!, skrivar hann. 

Sambært Ritzau eru fleiri stuðlar hjá Trump eisini útihýstir av Twitter, m.o. Michael Flynn, fyrrverandi trygdarráðgevi hansara, umframt Sidney Powell, sakførari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder