Uttanlands

Twitter steingir 70.000 vangar við QAnon-tilfari

Viðhaldsfólk hjá Donald Trump hava í stóran mun brúkt sosialu miðlarnar at samskifta við í sambandi við ófriðin í Washington í farnu viku

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-12 07:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sosiali miðilin Twitter hevur síðan fríggjadagin stongt 70.000 vangar, sum hava verið brúktir til at breiða út tilfar, ið verður mett at vera samansvørjingartilfar frá felagsskapinum QAnon.

Tað upplýsti miðilin í gjár, skrivar Reuters.

Viðhaldsfólk hjá QAnon hava í stóran mun brúkt sosialar miðar til at breiða út teirra áskoðanir um, at Donald Trump, forseti, stríðist móti einum altjóða samansvørjing av pedofilum.

Sambært rørsluni eru fleiri leiðandi demokratiskir politikarar og filmsstjørnur í Hollywood partur av hesi samansvørjing.

Twitter boðaði longu fríggjadagin frá, at miðilin fór at steingja vangar, sum breiddi út tilfar frá QAnon.

Sosialu miðlarnir, serliga Twitter og Facebook, hava síðan ófriðin í Washington verið fyri trýsti fyri at hava givið rúm fyri ósonnum tíðindum.

Hetta hendir eftir at Donald Trump er skuldsettur fyri áhaldandi at hava skrivað, at valsigurin varð stolin frá honum, og at hann í hesum sambandið hevur eggjað viðhaldsfólkum sínum til uppreisturs. Leygardagin tók Twitter avgerð um at steingja privatu kontuna hjá forsetanum sum eina avleiðing av tí, sum hendi undir ófriðinum á Capitol Hill.

Eisini Facebook og Instagram tóku avgerð um at steingja konturnar hjá Donald Trump í óásetta tíð.

Minst fimm fólk lótu lív undir ófriðinum í Washington í farnu viku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder