
Sosiali miðilin Twitter upplýsir, at fleiri enn 1.000 dagføringar eru strikaðar, umframt at fleiri brúkarar eru vorðnir bannaðir frá miðlinum, eftir EM-finaluna millum Ongland og Italia í gjárkvøldið.
Orsøkin er mongu rasistisku viðmerkingarnar um tríggjar eingilskar leikarar, sum brendu teirra brotsspørk í brotssparkskappingini undir dystinum.
Eitt talsfólk hjá Twitter sigur, sambært DR, at tey framhaldandi fara at strika dagføringar ella banna brúkarar, sum ikki yvirhalda brúkarareglur teirra.
Fleiri hava tó eisini brúkt Twitter til at vísa sína ónøgd við rasistisku útsøgnirnar um leikararnar. Millum teirra er bretski William prinsur.
Hann sigur seg fáa vaml av rasistisku útsøgnunum, sum yvirhøvur ikki kunnu góðtakast.
– Hetta skal steðgast nú, skrivar hann.
I am sickened by the racist abuse aimed at England players after last night’s match.
— The Duke and Duchess of Cambridge (@KensingtonRoyal) July 12, 2021
It is totally unacceptable that players have to endure this abhorrent behaviour.
It must stop now and all those involved should be held accountable. W
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald