Uttanlands

Týðandi semja um Thule-herstøðina í Grønlandi

Grønlendskar fyritøkur skulu nú aftur veita tænastur til amerikansku herstøðina

(Savnsmynd: visualhunt.com)

(Savnsmynd: visualhunt.com)

2020-10-29 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønland og USA komu í gjár fram til eina semju í drúgvu samráðingunum um ein sáttmála viðvíkandi tænastunum, ið skulu veitast til amerikansku flogstøðina í Thule, Pituffik.

Hetta hendi eftir ein fund á netinum í gjár við luttøku av Kim Kielsen, landsstýrisformanni og amerikansku sendikvinnuni til Danmarkar, Carla Sands, skrivar Sermitsiaq.

Við aftaluni fær Grønland størri ávirkan og gagn á tær tænastur, ið skulu veitast amerikansku hjáveruni í Grønlandi.

- Vit eru nøgd við avtaluna um hvussu vit frameftir skulu samstarva við USA. Tað hevur havt stóran týdning, at landsting, landsstýri og grønlendska fólki fær veruligt gagn av amerikansku hjáveruni í Grønlandi, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.

- Við tvílanda samstarvsavtaluni, nýggju treytunum viðvíkjandi útboði og avtaluteytunum, vit hava fingið upp á pláss, hava vit nú betri møguleikar enn frammanundan, segði Kim Kielsen í sambandi við at nýggja avtalan varð undirskrivað.

Eisini landsstýrisaðurin við uttanríkis- og orkumálum, Steen Lynge, vísti á týdningin av nýggju avtaluni.

- Málið hevur stóran týdning fyri Grønland, tí tað eru vit, ið leggja øki til amerikansku flogstøðina, og vit eru errin av, at týdningurin hjá Pituffik og Grønlandi fyri trygdina hjá USA nú er staðfestur, sigur Steen Lynge.

Sambært landsstýrinum fáa grønlendskar fyritøkur nú nógv meira burturúr, tá nýggjar tænastuavtalur skulu gerast fyri støðina í Thule. Yvirskipaða endamálið við avtaluni er, at Grønland í nógv størri mun skal fáa gagn av, at amerikanarar eru til staðar á grønlendskari jørð, skrivar Sermitsiaq.

Hetta skal eisini vísa seg í fleiri starvsmøguleikum, lærlingaplássum og grønlendskum skattainntøkum yvirhøvur.

Málið um tænastuavtaluna, ið snýr seg um m.a. bygging, røkt av bygningum og rakstur av kantinum, botnar í, at USA í 2014 gjørdi sáttmála við eitt amerikanskt felag. Frammanundan hevði henda uppgávan ligið í dansk-grønlendskum hondum.

Grønland og Danmark søgdu, at avtalan var í stríð við galdandi avtalur millum kongsríkið og USA. Síðan tá hava partarnir ført samráðingar um eitt nýtt grundarlag fyri slíkum avtalum, so at sáttmálin næstu ferð arbeiðið verður boðið út, verður latið einum dansk/grønlendskum felag, skrivar Sermitsiaq.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder