Uttanlands

Týdningarmesta røða í politiska lívi Bidens

Joe Biden er nú alment valdur til forsetavalevni fyri demokratarnar í USA

Boe Biden (Mynd: EPA)

Boe Biden (Mynd: EPA)

2020-08-21 14:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

33 ár eftir at hann gjørdi sína fyrstu roynd at gerast forsetavalevni, varð Joe Biden í nátt okkaratíð alment valdur til valevni hjá demokratiska flokkinum til forsetavalið í USA 3. november.

Og hann gjørdi tað við eini røðu, ið verður sagd at vera tann týdningarmesta í politiska lívi hansara.

Og Joe Biden fær rós fyri røðuna, skrivar dr.dk. Ikki bara frá sínum egnu, men eisini frá politiskum mótstøðufólkum.

Serliga fyri at vera fevnandi og tí tað eydnaðist Joe Biden at traðka fram sum maðurin, ið kann sameina eitt USA, ið er syndrað.

- Hann kom væl frá røðuni, og um eg var ráðgevi hjá Trump, vildi eg verið ørkymlaður, tí hann eydnast at fáa fatur á sonevndu svingveljararnar, sigur konservativi Karl Rove, sum fyrr hevur verið leiðandi embætismaður undir George W. Bush, og nú er politiskur greinari á Fox News.

Ein annar konservativur sjónvarpsvertur og journalistur, Chris Wallace sigur soleiðis:

- Donald Trump hevur í longri tíð lýst Joe Biden sum ”heilaskaddur” og ein marionettdukka hjá vinstraveinginum í flokkinum, men eg haldi at tað eydnaðist Joe Biden at sleppa undan hesum spjøldrunum, hóast talan var um eina røðu, ið varð lisin upp, sigur Wallace við miðilin The Hil.

Røðan vadri 25 minuttir og Biden brúkti hana til at lýsa munin millum seg sjálvan og sitandi forsetan, ið varð skýrdur fyri at hava sveipað USA inn í myrkur í longri tíð.

Joe Biden kom sjálvandi eisini inn á koronakreppuna og hvussu hendan átti at verið handfarin.

Tað tók ikki langa tíð, tí sitandi forsetin reageraði, og Donald Trump var ikki bergtikin av røðuni.

Bara tóm orð, kallaði Trump røðuna hjá kappingarneyta sínum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder