Vælumtókti føroyski rokkbólkurin TÝR missir nú ein lim. Talan er um Terja Skibenæs, sum seinastu 17 árini hevur verið gittarleikari hjá TÝR.
Á sínum vanga á Instagram skrivar Terji, at hann, eftir at hava hugsa seg gjølla um í fleiri mánaðir, hevur tikið avgerð um at gevast í TÝR.
- Orsøkin er einføld. Eg havi ongan hug at halda fram at spæla í TÝR, skrivar Terji Skibenæs.
Terji leggur dent á, at eingir trupulleikar eru í bólkinum. Hann finnur bara onga gleði í framhaldandi at spæla tónleik í TÝR longur.
Terji takkar Hera Joensen og Gunnar Thomsen fyri tíðina teir spældu saman og ynskir teimum eydnu framyvir. Somuleiðis takkar hann fjepparunum hjá bólkinum.
Síðsta konsertin hjá Terja í TÝR verður til Sabaton Open Air í Falun í Svøríki í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald