Norðurlandahúsið upplýsir, at eykakonsertin hjá Týr og Føroya Symfoniorkestrið varð útseld uppá minni enn eitt korter. Hetta er tann skjótasta sølan í søguni hjá húsinum.
Í seinastu viku varð kunngjørt, at kvæðarokkbólkurin og symfoniorkestrið fara at samstarva um tvær konsertir í februar. Gravgangurin eftir atgongumerkjum var beinanvegin stórur, og tey 1600 atgongumerkini vóru burtur eftir sjey tímar
Ein eykakonsert varð kunngjørd, og sølan byrjaði klokkan 09 í morgun. Áðrenn klokkan 09.15 vóru tey 800 atgongumerkini farin .
Ekstrakonsertin verður 8. februar 2020 klokkan 16 - ímilum tær upprunaligu konsertirnar.
Innanlands
Týr og Føroya Symfoniorkestur seta aftur met fyri sølu
Tað tók minni enn 15 minuttir hjá Norðurlandahúsinum at selja tey 800 atgongumerkini til eykakonsertina
Samstarvið varð lagt fram í farnu viku (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-09-23 11:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald