Uttanlands

Tyrla dottin niður í New York: Flogskiparin deyður

Higartil bendir alt á, at talan var um eitt óhapp, siga lokalu myndugleikarnir

Sløkkiliðsfólk framanfyri bygningin, sum trylan datt niður á (Mynd: Reuters)

Sløkkiliðsfólk framanfyri bygningin, sum trylan datt niður á (Mynd: Reuters)

2019-06-10 20:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein flogskipari lat lív, tá tyrlan hjá honum datt niður á eitt tak á Manhattan í amerikanska býnum New York í kvøld.

Eldur kom í tyrluna, men hann er nú sløktur, men sambært myndugleikunum lekur brennievni enn úr.

Flogskiparin var einasti persónurin umborð á tyrluni, og eingin annar varð særdur.

Hildið verður, at talan er um eitt óhapp, og einki bendir á, at talan er um yvirgangsatsókn, skrivar ABC News.

- Fólk, ið vóru stødd inni í bygninginum siga, at tey føldu, hvussu hann rystist, sigur Andrew Cuomo, guvernørur í New York.

Hóast talan helst er um eitt óhapp, legði guvernørurin afturat:

- Um tú ert úr New York, hevur tú helst okkurt slag av PTSD frá 9/11 (yvirgangsatsóknin 11. september 2001, red.), so beinanvegin sum tú hoyrir eitt flogfar raka ein bygning, fara tankarnar hjá mær, har sum eg haldi tankarnar hjá øllum íbúgvum í New York fara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder