Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at tveir persónar vóru í ávísum trupulleikum í fjøllunum.
Vaktleiðarin upplýsir, at talan var um tvær føroyskar kvinnur, sum vóru farnar ein túr á Ørvisfelli, tætt við Hvalvík.
Talan er um eitt høgt fjall. Tá tær fóru niðan á, var tað ljóst og gott veður, men mjørki og toka komu á tær, tað varð "myrkari í veðriðnum", og tað gjørdist eisini myrkari sum heild: Løgreglan lýsir tað, sum tær blivu vekk (vilstar).
Avgerð varð tikin um at ringja eftir hjálp. Tað tók eina løtu at finna fram til tær, sum høvdu boðað frá. Tað var beint eftir midnátt, at persónarnir vórðu funnir í øllum góðum, og tyrlan fekk tikið tær við í øllum góðum.
Tyrlan fór á Landssjúkrahúsið, so at nakrar kanningar kundi fremjast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald