Innanlands

Tyrla leitaði eftir persóni á Borðoynni

Tá einki samband fekst við persónin, sum var farin í hagan leygarmorgunin, varð tyrlan boðsend, og gekk tað skjótt at finna viðkomandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-03 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um hálvgum átta tíðina leygarmorgunin varð bjargingartyrla send út at leita eftir einum saknaðum persóni á Borðoynni.

Viðkomandi var farin í hagan sunnan fyri Klaksvík, og tá einki samband fekst við persónin, varð tyrlan boðsend.

Vørn skrivar, at tyrlan var skjót at finna saknaða persónin, og varð hann fluttur til Klaksvíkar í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder