Ein ferðafólkatyrla við 16 fólkum umborð er í morgun dottin niður og sokkin í einum vatni har eysturi í Russlandi.
Russiskir miðlar skriva, at minst níggju av fólkunum umborð eru sloppin frá hendingini við lívinum, skrivar BBC.
Trettan ferðafólk, harav eitt barn, og ein manning á trý fólk vóru umborð á Mi-8 tyrluni, tá hon datt niður og sakk í Kuril sjónum uttast á Kamtjatka hálvoynni.
Bjargingarfólk og kavarar eru send til økið at leita eftir fólkum, sum ikki eru funnin aftur.
Tyrlan, sum felagið Vityaz-Aero eigur, liggur á 100 metra dýpi í vatninum.
Sambært fyrstu almennu upplýsingunum fleyg tyrlan úr bygdini Nikolayevka til Kuril vatnið og Khodutka eldgosið tá hon datt niður.
Fólkini umborð á Mi-8-tyrluni vórðu ferðandi úr Moskva og Skt. Pætursborg, skrivar russiska RIA-tíðindastovan.
Fjallaríka Kamtjatka hálvoyggin er eitt væl dámt ferðamál hjá russiskum ferðafólkum.
Hetta er aðru ferð, at ein flogvanlukka hendir har inna stutta tíð. Fyrst í juli doyðu øll 28 umborð, tá eitt flogfar av slagnum An-26 datt niður nærhendis býnum Palana, longur norðuri á Kamtjatka-hálvoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald