2022-11-06 17:03
Bjargingarbáturin Lív hevði úr at gera í gjár. Tvær ferðir vóru smábátar sum høvdu trupulleikar við róðrinum og maskinuni.
Men klokkan 17:49 komu boð um at ein bátur var farin á land við Streymnev í Skopunarfirði.
Ein maður var umborð, og tyrlan bjargaði honum.
Nakað seinni var báturin eisini bjargaður og Rescue Lív sleipaði hann til Skopunar.
Við í bjargingini vóru eisini Tjaldrið, Sløkkiliðið í Skopun, løgreglan og fólk á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald