2022-08-14 11:05

Seint seinnapartin í gjár vórðu boð eftir tyrluni hjá Atlantic Helicopters.
Tað var beint áðrenn klokkan seks, at boðað varð frá, at ein maður hevði fingið skaða í beinið í haganum í Nólsoy.
Tyrlan fór eftir manninum, og ein lítlan hálvan tíma seinni kom hon á Landssjúkrahúsið við honum, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald