2025-03-28 08:34

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi var í gjár eftir einum sjómanni á kinesiskum farmaskipi 150 fjórðingar úr Føroyum.
Maðurin hevði brotið armin og hevði tørv á at koma undir læknahond.
Tyrlan flutti mannin á Landssjúkrahúsið.
Farmaskipið var á veg úr Murmansk til Istanbul, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald