2022-08-04 08:19
Tíðliga seinnapartin í gjár vóru boð eftir tyrluni hjá Atlantic Helicopters.
Orsøkin var, at ein útlendskur maður, sum var staddur í haganum norðanfyri Trøllanes, hevði fingið skaða í beinið.
Sambært heimasíðuni hjá Vørn kom fráboðanin beint eftir klokkan hálvgum tvey, og trý korter seinni kom tyrlan á Landssjúkrahúsið við manninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald