Uttanlands

Tyrlan er lend á mars

Varð í morgun slept 10 sentimetrar niður á marsskorpuna úr Perseverance

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-04 15:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun hendið eitt lítið undur á mars. Menniskjað hevur sett eina tyrlu á gongustjørnuna. Nú verður farið undir fyrireikingarnar til fyrstu royndarflúgvingina.

Enn hevur menniskjað ikki sjálvt sett fótin á mars, men har er nógv virksemi, skapt av menniskjum.

Tað eru bert nakrar vikur síðani, at akfarið Perseverance setti seg á mars. Í morgun hendi so annar táttur í hesi hugtakandi kanningarferð.

Inni í Perseverance var ein lítil 1,8 kilo tung tyrla, Ingenuity, sum í dag varð sett út á reyðu skorpuna á mars.

Eftir at hava ferðast 471 milliónir kilometrar inni í Perseverande, varð tyrlan í dag slept teir tíggju sentimetrarnar niður á marsskorpuna. Onnur avbjóðingin er at klára náttina, skrivaði Nasa á Twitter í dag.

Tað kann vera sera kalt á mars, niður í 150 minusstig, men vánirnar í løtuni siga, at kuldin verður 90 stig undir frostmarkið.

Nú er spenningur um hvussu elektronikkurin á tyrluni fer at klára kuldan. Í tyrluni er ein varmaskipan, ið skal halda hitanum uppi á sjey plussstigum.

Higartil hevur tyrlan fingið orku frá Perseverance. Nú skal hon klára seg sjálv.

Komandi dagarnar skal Nasa tryggja sær, at sólpanelini, battaríini, motorarnir og følararnir á Ingenuity virka sum tey skulu áðrenn roynt verður at senda hana upp at flúgva.

Nasa sigur, at tað gongur ein vika áðrenn Ingenuity kann fara undir hesa søguligu flúgvingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder