Í gjárkvøldið datt eitt lítið privatflogfar niður í Eystrasalt, nakað uttan fyri lettiska havnabýin, Ventspils.
Týska blaðið Express visti í morgun at siga, at umborð var ein týsk familja. Talan er um 72 ára gamla vinnulívsmannin og roynda flogskiparan, Peter Griesemann, kona hansara, 68 ára gamla Juliane, 26 ára dóttirin Lisa og ein 27 ára gamal maður, sum helst var unnustin hjá dóttrini.
Flogfarið fór úr suðurspanska býnum Jerez fyrrapartin sunnudagin, og setti kós móti Köln í Týsklandi. Men komið til Týsklands helt flogfarið bara á at flúgva somu kós til tað datt niður í Eystrasalt, helst tí onki brennievni var eftir.
Peter Griesmann átti flogfelagið, Quick Air, sum skipaði smáar privatar flogtúrar.
Mett verður, at tað verður trupult at staðfesta við, hvat orsøkin til flogvanlukkuna var, serliga um vrakið ikki verður bjargað.
Slík smá flogfør hava vanliga ikki nakran svartan kassa, eins og vanligt er við størri ferðafólkaflogførum, sigur ein flogserfrøðingur við svenska sjónvarpið.
Reuters skrivar, at umleið klokkan 17.37, lokala tíð, misti flogfarið hædd, og tað skifti kós tvær ferðir á ferðini, yvir Paris og Köln.
Netstaðið Flightradar vísti, at minuttirnar áðrenn flogfarið datt niður kl. 19.45, misti tað nógva hædd. Tað hvarv av Flightradar nakað áðrenn klokkan 20.
Eftir øllum at døma hevur tað flogið við autopiloti, til onki brennievni var eftir, skrivar NTB.
Ein tyrla frá litavisku loftverjuni og fleiri bátar hjá lettisku sjóverjuni leitaðu í nátt í økinum. Í morgun var onkur lutur funnin, ið hildið verður stavar frá flogfarinum. Hesin skal nú kannast av serfrøðingum.
Flogfarið, sum var av slagnum Cessna 551 var skrásett í Eysturríki. Tað er 14 metrar langt, veingjabreiðið er 15 metrar, og tekur upp til tíggju ferðafólk.
Stutt eftir at flogfarið fór í Jerez skulu boð vera komin um trupulleikar við trýstinum umborð. Alt sambandið við flogfarið var kvett, tá tað kom inn í franskt loftrúm, skrivar Bild.
Ein svenskur flogserfrøðingur sigur við TT-tíðindastovuna, at alt bendir á, at mist trýst í kabinuni er orsøkin til vanlukkuna.
- Í hasi hæddini, sum sjálvt smá fløgfør flúgva í, er tað ikki nógv, sum skal til. Fólk missa vitið innan fyri 30 sekund, sigur hann.
Bæði eitt týskt og eitt danskt jagaraflogfar frá Nato-flogstøðini Amari í Estlandi royndu at fáa samband við flogfarið áðrenn tað datt niður, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald