Madeleine McCann, ein trý ára gomul bretsk genta, sum hvarv, meðan familjan var á ferð í portugisiska býnum Praia da Luz 3. mai í 2007, er deyð, sigur týska løgreglan.
Týska løgreglan, sum hevur gjørt kanningar í málinum, heldur seg nú hava nóg mikið av prógv fyri, at Christian Brueckner, ein 43 ára gamal týskur maður, hevur dripið hana.
Týski ákærin, Hans Christian Wolter, sigur sambært The Independent, at mann hevur savnað nóg mikið av prógvum fyri at ákæra 43 ára gamla mannin, men mann ynskir at styrkja hesi prógvini, áðrenn ein endalig ákæra verður reist.
Sambært honum er týska løgreglan 100 prosent sannførd um, at Madeleine McCann varð dripin av manninum, sum er ein dømdur pedofilur.
Vónin er, at ákæran verður reist komandi ár, sigur Wolter, sum leggur afturat, at tey hava minni skund, av tí at maðurin longu er í fongsli. Hann situr nevniliga ein 21 mánaðir langan dóm í Kiel í løtuni fyri onnur brotsverk.
Týski ákærin sendi í fjør eitt bræv til foreldrini hjá Madeleine McCann, Kate og Gerry McCann, um, at tey høvdu prógv fyri, at hon var deyð. Men hesum ivaist bretska løgreglan í.
Wolter ásannar eisini, at tey ikki hava DNA ella myndir, sum prógva, at Brueckner hevur dripið Madeleine McCann, men kortini sigur hann seg vera vísan í, at tey hava rætt, og er eingin vón um, at hon enn er á lívi.
Brueckner búði í einum kampingvogni nærindis Praia da Luz í Portugal, tá Madeleine McCann hvarv í 2007. Hesum visti løgreglan ikki av fyrr enn í 2017, og tað var ikki fyrr enn í juni í fjør, at tey avdúkaðu navnið á honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald