Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel vitjaði í gjár kreppuøkini í týska statinum Rheinland-Pfalz. Har vitjaði hon m.a. býin Eifelgemeinde Schuld, sum er eitt av teimum støðunum, sum eru harðast rakt av vatnflóðini, sum hevur rakt fleiri lond í Vesturevropa.
Íbúgvar fingu har høvi at greiða Merkel frá, hvat var hent við heimi teirra og familjum teirra. Eisini tosaði hon við bjargingarfólk.
Merkel segði við tíðindafólkini á staðnum, at hon helt støðuna vera óveruleikakenda og sera ræðandi. Eisini lovaði hon, at samveldisstjórnin fer at veita fíggjarligan stuðul til øll, sum eru rakt av hesu náttúruvanlukkuni.
Týska málið hevur næstan eingi orð, sum kunnu lýsa umfatandi oyðileggingarnar, segði Merkel.
Í gjár kom talið á persónum, sum hava latið lív orsakað av vatnflóðini, upp á 156. Hundraðtals fólk eru eisini vorðin særd.
Sambært Ritzau hevur týska samveldisstjórnin lovað at lata yvir 300 mió. evrur (2,2 mia. krónur) til bráðfeingis kreppuhjálp. Eisini verða fleiri mia. evrur afturat latnar til endurbyggingararbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald