Uttanlands

Týska stjórnin samtykt hjálparpakka á 483 milliardir

Hjálparpakkin er tann triði í røðini, sum skal lætta um trýstið á húsarhald kring landið, sum eru rakt av vaksandi orkuprísum

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz sigur, at Týskland fer at klára seg gjøgnum veturin (Savnsmynd)

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz sigur, at Týskland fer at klára seg gjøgnum veturin (Savnsmynd)

2022-09-04 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag samdist týska samveldisstjórnin um ein hjálparpakka á 65 milliardir evrur, ið svarar til góðar 483 milliardir í okkara krónum.

Endamálið við hjálparpakkanum er at lætta um trýstið á húsarhald kring landið, sum eru rakt av vaksandi orkuprísum orsakað av minkandi innflutningi av russiskum gassi.

Tað er neyðugt við rættstundis og hóskandi hjálp til borgarar og fyritøkur í hesari kreppuni, siga samgonguflokkarnir í fráboðan.

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz sigur, sambært Ritzau, at Týskland fer at klára seg gjøgnum veturin, hóast tey standa í einari orkukreppu.

Á tíðindafundi í dag segði Christian Lindner, fíggjarmálaráðharri, at fleiri tiltøk skulu hjálpa landinum at klára seg gjøgnum kreppuna.

M.a. nevnir hann bíligari prísir hjá almennu samferðsluni umframt fíggjarligan stuðul til pensjónistar og lesandi. Eisini fáa eldri og onnur, sum ikki eru før fyri at arbeiða meira stuðul, og fleiri barnapengar.

Hetta er triðju ferð, at týska stjórnin kemur við einum hjálparpakka, sum skal lætta um hjá fólkinum, sum eru rakt av inflasjón og búskaparkreppu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder