Uttanlands

Týski heilsumálaráðharrin: Koppseting eigur at vera krav

Vit skulu ikki bara rokna við, at øll fyrr ella seinni verða smittað við omikron-frábrigdinum, heldur Karl Lauterbach

Karl Lauterbach, heilsumálaráðharri í Týsklandi (Mynd: EPA)

Karl Lauterbach, heilsumálaráðharri í Týsklandi (Mynd: EPA)

2022-01-09 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Einasti mátin at sleppa úr koronufarsóttini er at gera koronukoppseting til krav, sigur týski heilsumálaráðharrin, Karl Lauterbach, sum heldur tað vera bláoygt at halda, at omikron-frábrigdið kann gera ein enda á farsóttini.

Í Týsklandi eru 71 prosent av fólkinum koppsett fyri koronu. Týskland hevur higartil bert kravt, at ávís starvsfólk á heilsuøkinum lata seg koppseta, annars er tað ikki krav í landinum at lata seg koppseta.

Týski heilsumálaráðharrin er heldur ikki sannførdur um, at sonevndur floksimmunitetur er loysnin. Hann heldur tað fer at elva til trupulleikar, um vit bert rokna við, at øll fyrr ella seinni verða smittað.

Omikron-frábrigdið er higartil staðfest at vera mildari enn onnur frábrigdi, og spjaðir tað seg skjótari enn onnur. Men týski heilsumálaráðharrin ávarar um, at nógv kortini fara at gerast álvarsliga sjúk, um einki verður gjørt við omikron.

Hetta er eitt "ábyrgdarleyst eksperiment", sigur hann, og ávarar hann eisini um, at nýggj, meira vandamikil frábrigdi kunnu fara at gera um seg, skrivar Ritzau.

Karl Lauterbach er lækni, professari í medicin, og hevur hann m.a. lisið farsóttarfrøði á Harvard University í USA.

Í vikuni segði fakligi stjórin hjá Statens Serum Institut í Danmark annars, at vit skulu rokna við at nógv verða smittað við omikron-frábrigdinum komandi mánaðin, og at vit fara at vera betri stillaði enn áðrenn, tá hendan smittuspjaðingin er yvirstaðin.

Eisini segði hon, at mann kundi fáa okkurt, sum minnir um floksimmunitet.

Les eisini: Statens Serum Institut: Kunnu fáa okkurt, sum líkist floksimmuniteti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder