Christine Lambrecht, verjumálaráðharri í Týsklandi hevur boðað Olaf Scholz, samveldiskanslara frá, at hon fer at leggja frá sær.
Í tíðindaskrivi, sum DR endurgevur, sigur hon, at miðlaumrøða av hennara persóni hevur órógvað kjakið um herin og týska verjupolitikkin, og tað er arbeiðið hjá herfólkunum og fólkunum í verjumálaráðnum, sum hevur mest at siga.
Sambært fleiri týskum miðlum, var tað eisini væntað, at Lambrecht fór at leggja frá sær í dag í kjalarvørrinum á fleiri óhepnum málum seinastu tíðina. M.a. hava fólk funnist at hjálpini, sum Týskland hevur sent Ukraina.
Tað var miðilin Bild Zeitung, sum fyrst bar tíðindini um, at verjumálaráðharrin ætlaði at leggja frá sær, og sagt var, at tað var hennara egna avgerð og ikki eftir áheitan frá Scholz, skrivar Financial Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald