Uttanlands

Týski verjumálaráðharrin útnevnd til formann fyri ES-kommissjónina

Teir 28 stats- og stjórnarleiðararnir eru júst vorðnir samdir um, hvussu nýggja ES-leiðslan skal mannast

Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

2019-07-02 18:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður týska Ursula von der Leyen, sum skal standa á odda fyri ES-kommissjónini næstu fimm árini.

Tað halda teir 28 stats- og stjórnarleiðararnir, sum júst eru vorðnir samdir um, hvussu nýggja ES-leiðslan skal mannast, sambært TV2.

60 ára gamla Ursula von der Leyen er týskur verjumálaráðharri og limur í flokkinum hjá Angelu Merkel, CDU.

Í Týslandi er hon kend sum ein av tættastu stuðlunum hjá Merkel, og hon hevur verið ráðharri, síðan Angela Merkel gjørdis kanslari í 2005.

Ursula von der Leyen er fødd og uppvaksin í Brússel.

Franska Christine Lagarde er útnevnd sum formaður fyri Evropeiska centralbankan, virkandi forsetisráðharrin í Belgia, Charles Michel, er útnevndur til ES-forseta, og spanski uttanríkismálaráðharrin, Josef Borrell er útnevndur til uttanríkisleiðara.

Tað eru stats- og stjórnarleiðarar, sum skulu útnevna valevni til nýggju ES-leiðsluna, og hesi skal ES-tingið síðani góðkenna á atkvøðugreiðslu. Tí er higartil ikki talan um nakað endaligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder