Uttanlands

Týskland: 100 milliardir evrur játtaðar til at nútímanssgera herin

Stjórn og andstøða hava funnið semju um at játta tað, sum svarar til 743 milliardir krónur

Olaf Scholz, samveldiskanslari í Týsklandi, boðaði í februar frá, at stjórnin hevði eitt ynski um at játta 100 milliardir evrur afturat til herin (Mynd: EPA)

Olaf Scholz, samveldiskanslari í Týsklandi, boðaði í februar frá, at stjórnin hevði eitt ynski um at játta 100 milliardir evrur afturat til herin (Mynd: EPA)

2022-05-30 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týska stjórnin og andstøðan hava funnið semju um, at 100 milliardir evrur skulu setast av til at nútímasgera týska herin orsakað av støðuni við Russland og Ukraina.

Avtalan kom í lag seint í gjárkvøldið eftir fleiri vikur við samráðingum, og svarar játtanin til 743 milliardir krónur.

Avtalan merkir, at Týskland fer at røkka málinum hjá Nato um, at tvey prosent av landsins bruttotjóðarúrtøku (btú) skal brúkast til verju, skrivar Ritzau.

Tað var síðst í februar, tríggjar dagar eftir, Russland gjørdi innrás í Ukraina, at týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz segði, at stjórnin ynskti at hækka játtanina til verju við 100 milliardum evrum, og hetta hevur nú eydnast stjórnini at fáa uppá pláss.

Týski kanslarin hevur annars verið fyri atfinningum fyri ikki at hava stuðlað Ukraina nóg nógv og fyri ikki at hava gjørt nóg nógv fyri at veita krígsrakta landinum vápn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder