Uttanlands

Týskland: Bilur rendi á og drap fýra fólk

Bilførarin var fullur og myndugleikarnir seta ikki hendingina í samband við yvirgang

Miðbýurin í Trier varð stongdur av eftir hendingina í gjár (Mynd: EPA)

Miðbýurin í Trier varð stongdur av eftir hendingina í gjár (Mynd: EPA)

2020-12-02 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra fólk lótu lív eftir at ein bilur í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu í týska býnum Trier í landslutinum Rheinland-Pfalz.

Eitt barn er millum tey deyðu. Harafturat hava 15 fingið álvarsligar skaðar, upplýsti innanríkisráðharrin í statinum í gjár, sambært dr.dk.

Sambært løgregluni er bilførarin handtikin og hald er lagt á bilin. Talan er um ein 51 ára gamlan týskan mann, sum var ávirkaður av rúsdrekka.

Eina løtu vóru íbúgvarnir í Trier biðin um at halda seg burtur frá økinum kring miðbýin.

Eygnavitni greiddu frá, at tað sýntist sum um at bilførarin tilvitað royndi at raka fólk.

Løgreglan skrivaði á Twitter, at tað ikki er prógvað, at talan kundi vera um eina gerð við politiskum ella átrúnaðarligum motivum. Helst er talan um ein sálarsjúkan mann, skrivaði løgreglan.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at bilur koyrir inn í fólkamongd í Týsklandi. Tað hendi eisini í februar undir einum karneval í Volkmarsen í Hessen. Fyri tveimum árum síðani koyrdi ein vøruvognur inn í eina mannamúgvu í Münster og drap fleiri. Hvørgin av hesum hendingunum eru settar í samband við yvirgangsvirksemi.

Í desember 2016 koyrdi ein lastbilur inn í eina fólkamongd á einum jólamarknaði í Berlin. 12 fólk lótu lív í teirri hendingini, sum varð mett at vera yvirgangur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder