Uttanlands

Týskland: Fleiri enn tveir persónar ikki loyvi at savnast

Hesum boðaði ríkiskanslarin Angela Markel frá á tíðindafundi fyri løtu síðani

Angela Merkel (Mynd: EPA)

Angela Merkel (Mynd: EPA)

2020-03-22 18:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður nú ikki loyvt at savnast fleiri enn tveir persónar í Týsklandi.

Hesum boðaði ríkiskanslarin Angela Markel frá á tíðindafundi fyri løtu síðani. Hon hevur í dag havt telefonfund við forsætisráðharrarnar í serstatunum.

Bannið at hittast fleiri enn tveir persónar, er tó ikki galdandi fyri arbeiðspláss og familjur, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Fleiri enn 24.714 fólk hava fingið staðfest koronavirus í Týsklandi, og 92 eru deyð við virusinum.

- Koronavirusið spjaðir seg í einari ørkymlandi ferð, og borgararnir mugu minka um alt samband við onnur, segði Angela Markel.

Bannið verður eftir ætlan galdandi í tvær vikur.

Fólk, sum ikki eru í familju skulu halda eina frástøðu á 1,5 metrar, segði ríkiskanslarin.

-------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein stórur partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder