2020-10-03 19:09
Alarmur í Týsklandi í dag. Ein vaskifólk fann í nátt eina bumbu í einum tokvogni. Einum tokvogni, sum ikki var í rutu, men sum skuldi koyra úr Gummersbach til Køln næsta fríggjadag, skrivar týski miðilin Bild.
Tað er enn ógreitt hvussu leingi spreingievnini, sum lógu fjald í einum kassa, hava verið í tokinum.
Heimagjørdabumban verður ikki roknað at vera so stór, og inniheldur fýrverkarí, pulvurkúlur, skrúvur og seym.
Óvist er um bumban er partur av ætlaðum yvirgangasálopi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald