Uttanlands

Týskland: Hava lagt hald á 35 tons av kokaini

Hetta er størsta nøgd av kokain, sum er funnin í Týsklandi, og hevur hon eitt virði á umleið 30 milliardir evrur

(Mynd: DPA)

(Mynd: DPA)

2024-06-15 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndugleikarnir í Týsklandi hava lagt hald á 35 tons av kokaini, sum er størsta nøgdin av hesum rúsevninum, sum nakrantíð er funnin í Týsklandi.

Rúsevnini hava eitt virði á umleið 30 milliardir evrur tilsamans, 224 milliardir krónur, upplýsa myndugleikar í Týsklandi sambært Ritzau

Kokainið, sum kom úr Suðuramerika, varð funnið á bryggjuni í Hamburg í fjør. Ein partur av tí var goymt í fruktkassum.

Í sambandi við málið hevur løgreglan í Týsklandi gjørt rannsóknir í sjey týskum statum og framt sjey handtøkur, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder