Uttanlands

Týskland hóttir Russland við revsitiltøkum

Fleiri ábendingar eru um, at tað var Russland, sum stóð aftanfyri eitranini av Navalnyj, og Týskland krevur nú eina frágreiðing

Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

2020-09-06 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var mikudagin, at týska stjórnin upplýsti, at russiski andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok, sum hernaðarliga fregnartænastan í Russlandi hevur ment.

Navalnyj varð flogin til Týsklands til viðgerð, eftir at hann tveir dagar frammanundan varð vorðin illa fyri umborð á einum flogfari ávegis til Moskva. Hildið verður, at onkur hevði koyrt okkurt í tekoppin hjá honum í floghavnini.

Týskland krevur eina frágreiðing frá Russlandi, sum higartil hevur víst aftur, at tey hava eitrað Navalnyj, annars kann landið vænta, at revsitiltøk verða sett í verk, sigur týski uttanríkismálaráðharrin, Heiko Maas.

– Um Russland ikki hjálpir okkum við at fáa greiðu á, hvat hendi, verða vit og okkara sameindu noydd at umrøða eitt aftursvar, sigur hann við miðilin Bild.

Sambært týska uttanríkismálaráðharranum eru fleiri ábendingar um, at tað var Russland, sum stóð aftanfyri eitranini av Navalnyj.

Eiturið, sum varð brúkt móti Navalnyj er áður funnið í hondunum á russiskum myndugleikum, og bert fá fólk hava atgongd til Novitjok, sum russiska fregnartænastan eisini brúkti móti Sergej Skripal og dóttir hansara í 2018, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder