Frá 11. oktober verður tað ikki longur ókeypis at lata seg kanna fyri koronu í Týsklandi. Tað sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel.
Umframt hetta skulu ókoppsett fólk eisini í nógv fleiri førum kunna vísa á negativa koronakanning – eitt nú fyri at vitja á sjúkrahúsinum, røktarheimi, fyri at fara á matstovu ella til onnur almenn tiltøk.
Endamálið við hesum tiltøkum er at eggja fólk til at lata seg koppseta, nú Delta-frábrigdið fær fólk at súra fyri einari nýggjari smittubylgju í Týsklandi.
Tað gongur seint at koppseta í løtuni, og er vónin, at meira ferð verður sett á eftir summarfrítíðina, sigur Angela Merkel sambært Ritzau.
Uml. 63 prosent av týska fólkinum hevur fingið fyrru koppsetingina fyri koronu, meðan 55 prosent eru liðugt koppsett.
Tað er vónin hjá Angelu Merkel, at í minsta lagi 75 prosent av fólkinum letur seg koppseta.
Í grannalandinum, Fraklandi, hava fleiri latið seg koppseta, eftir at koronapassið – ella heilsupassið, sum tað eisini verður rópt – kom í gildi mánadagin. Í Fraklandi skal hetta vísast fram fyri at sleppa inn á matstovur, í tok, ella onnur støð.
Seinastu vikurnar hava stór mótmæli verið um alt Frakland orsakað av koronapassinum, sum sambært mótmælisfólkunum ger seg inná frælsið hjá borgarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald