Uttanlands

Týskland: Komu fram á mann uttan skapning

Heldur øðrvísi uppgáva hjá løgregluni í týska býnum Herne

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2024-03-01 07:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsnáttina bleiv týsk løgregla send út til eina heldur øðrvísi uppgávu í býnum Herne.

Tað skrivar BT.

Grannar klagaðu um ein goyggjandi hund hjá einum 66 ára gomlum manni klokkan tvey um náttina.

Løgreglan kom á staðið, og tá hoyrdu tey ein mann eymka seg um pínu. Hurðin var sparkað inn, og løgreglan fann mannin liggjandi bløðandi á gólvinum. Uttan skapning.

Maðurin var í lívsvanda, og varð fluttur á sjúkrahús.

Manglandi kynslimurin er enn ikki funnin, og maðurin hevur enn ikki verið førur fyri at geva upplýsingar um málið.

- Maðurin er av læknunum lagdur í koma, og vit vóna, at skjótt sleppa at avhoyra hann. Tað kann hugsast, at tað er hundurin, sum hevur bitið skapningin av og etið hann. Men eitt sexóhapp ella, at tað er ein brotsgerð, er eisini møguligt, sigur týska løgreglan við Bild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder