Uttanlands

Týskland: Koppseta nú í moskum, sølumiðstøðum og bókasøvnum

Myndugleikarnir stúra fyri nýggjari smittubylgju í vetur, og tí skal eitt nýtt átak seta ferð á koronukoppsetingina í Týsklandi

Koppsetingarstøð í Berlin (Mynd: EPA)

Koppsetingarstøð í Berlin (Mynd: EPA)

2021-09-13 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevur Týskland sett hol eitt nýtt átak, sum skal fáa ferð á koronukoppsetingina í landinum.

Komandi vikurnar verður møguligt at verða koppsettur ókeypis uttan at bíleggja tíð á útvaldum bókasøvnum, í moskum og sølumiðstøðum. Eisini verður koppsett á brandstøðum og fótbóltsvøllum, umframt at koppsett framvegis verður á vanligu koppsetingarstøðunum.

Myndugleikarnir í Týsklandi stúra fyri, at ein nýggj smittubylgja fer at raka Týskland,  í vetur, um ferð ikki verður sett á koppsetingina.

Nærum 62 prosent av týska fólkinum eru liðugt koppsett fyri koronu. Serfrøðingar meta, sambært Ritzau, at uml. 75 prosent av samlaða fólkatalinum skulu vera liðugt koppsett, fyri at sleppa undan einari nýggjari smittubylgju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder